Herfyri boðaði DONG frá einum týðandi gassfundi vestan fyri Hetland. Nú vísir metingarbrunnur, at fundið er størri enn hildið og gassgóðskan betri. Faroe Petroleum er við í hesum fundi. Sum 10% loyvishavari á loyvi P1195 boðar Faroe Petroleum nú frá úrslitinum av síðusporsboringini á Glenlivet fundinum, sum liggur vestan fyri Hetlandsoyggjarnar. Boringin var sera væleydnað, og staðfesti víddina á gassjarðgoymsluni og góðskuna á gassinum. Úrslitið av teimum fyrstu logg-kanningunum bendir á, at gassfláin er størri og gassgóðskan betri enn mett var í forsøgnini.
Feløgini, sum luttaka í boringini, hava avgjørt at bora ein síðusporsbrunn afturat.
DONG E&P UK er fyristøðufelag og eigur 80% av Glenlivet loyvinum, meðan Faroe Petroleum og First Oil Expro eiga 10% hvør. Tað er boripallurin Transocean Rather, sum boraði 214/30a-2 brunnin. Brunnurin varð boraður á 1.430 fóta havdýpi, og dýpdin á brunninum varð máld til 7.654 føtur fríggjadagin tann 11. septembur 2009.
Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking:
?Úrslitið av boringini er sera vælkomið og staðfestir, at týðandi nøgdir av kolvetni eru til staðar, og at góðskan á fundinum er betri enn áður mett. Glenlivet brunnurin er tann fyrsti av 5 brunnum, sum Faroe Petroleum borar á Atlantsmótinum teir næstu 12 mánaðirnir. Týsdagin 29. septembur boðaðu vit frá, at byrjað var at bora Tornado, sum er annar brunnurin í boriætlanini. Eftir Tornado boringina verða Anne Marie, Cardhu og Lagavulin oljuleitimiðini boraði. Anne Marie er á føroyskum øki, meðan Cardhu og Lagavulin eru á bretskum øki.?