Meistararnir í Klaksvík vóru í dag fyri næstsíðstu ferð í ár á heimavølli. Um eina viku fara teir at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, í 27. og síðsta umfari fara teir at spæla á heimavølli ímóti Skála, og so verður stóra takið á Tórsvølli, har tað leygardagin 29. oktober verður finala í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi.
Í dag vann KÍ 1-0 ímóti HB, sum nú er fimm stig aftanfyri Víking og harvið eftir øllum at døma fer at enda við bronsukrónunum um hálsin. Í tveimum teimum síðstu umførunum eigur HB grannauppgerð ímóti B36 og heimadyst ímóti NSÍ.
Uppgerðin í Klaksvík var darvað eitt sindur av, at lotið var frískt, men tað vóru annars góð líkindi, tí tað var turt, og sólin kagaði undan av og á.
Fyrri hálvleikur var lakur. Tað vóru spentar støður í báðum brotsteigunum, og HB hevði einaferð bóltin í KÍ málinum. Ári Mohr Jónsson var vongverji í vinstru, og í dag var Daniel Johansen vongverji í høgru. Ári Mohr Jónsson átti fína framlegging úr vinstru. Millum miðverjarnar, sum í fyrra hálvleiki vóru Odmar Færø og Heini Vatnsdal, tamdi Stefan Radosavljevic bóltin hegnisliga og setti hann í netið, men hjálparvenjarin hevði flaggið á lofti, tí hann metti, at talan var um rangstøðu.
Eftir steðgin var Jesper Brinck fluttur av vongverjanum í vinstru og í miðverjuna fyri Odmar Færø, sum leingi hevur verið skaddur. Patrick da Silva varð skiftur inn á vongverjan í vinstru, og tað bar við sær meiri flótandi álopsspæl hjá KÍ.
Árni Frederiksberg var leikbannaður, og Jóannes Bjartalíð var ytstur framrættaður í høgru. Hann átti innleggið, tá ið KÍ skoraði sigursmálið. Tað var átta minuttir eftir steðgin, at Mads Bo Mikkelsen við handara stólpa stýrdi bóltin síðsta lítla teinin inn um strikuna, eftir at Jóannes royndi seg við fløtum innleggi, sum streyk framvið miðverjunum og Páll A. Klettskarð.
KÍ hevur nú 71 stig. Tað eru tvey stig færri enn tey 73 stigini, sum HB setti FM met við í 2018.
Klaksvíkingar dyrgja eisini eftir tveimum øðrum metum.
Annað er, at tað skal eydnast at spæla 27 landskappingardystir í einum ári uttan at tapa.
Triðja metið er, at tað skal eydnast at spæla 27 landskappingardystir og at færri mál fara ígjøgnum, enn tað nakrantíð eru farin ígjøgnum hjá nøkrum liði, síðani landskappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør. Tað eru sjey mál farin ígjøgnum hjá KÍ, sum í fjør setti met, tá ið 12 mál fóru ígjøgnum.
-
KÍ – HB 1-0 (0-0)
1-0: Mads Bo Mikkelsen
Dómari: Kári J. á Høvdanum
KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Mads Bo Mikkelsen
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Daniel Johansen, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Ári Mohr Jónsson – Dan í Soylu, Heðin Hansen – Áki D. Samuelsen, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen – Pætur J. Petersen
Venjari: Dalibor Savic
-
KÍ | 25 | 22 | 2 | 0 | 64 | 7 | 71 |
Víkingur | 25 | 17 | 3 | 5 | 65 | 24 | 54 |
HB | 25 | 15 | 4 | 6 | 50 | 26 | 49 |
B36 | 25 | 11 | 5 | 9 | 48 | 25 | 38 |
EB/Streymur | 24 | 10 | 5 | 9 | 31 | 41 | 35 |
AB | 25 | 8 | 3 | 14 | 32 | 62 | 27 |
B68 | 25 | 7 | 3 | 15 | 33 | 48 | 24 |
07 Vestur | 24 | 6 | 6 | 12 | 27 | 57 | 24 |
NSÍ | 25 | 6 | 3 | 16 | 28 | 53 | 21 |
Skála | 25 | 1 | 6 | 18 | 22 | 57 | 9 |
-
Sunnudagin 16. oktober
26. umfar
NSÍ – B68
Skála – 07 Vestur
EB/Streymur – KÍ
B36 – HB
AB – Víkingur