Reyði Krossur Føroya fekk methøgan stuðul til landsinnsavningina. Inn eru komnar 1.414.000 krónur. Hetta er á leið ein hálv millión krónur meira enn undanfarna ár.
- Vit eru sera takksom um hendan stóra stuðulin til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya.
Í fjør komu inn 822.000 krónur, og fyrra árið komu inn 833.000 krónur. Hesi bæði árini vóru metár í mun til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi. Við góða úrslitinum í ár upp á 1.414.000 krónur fær Reyði Krossur nú betri útint hjálpararbeiðið bæði uttanlands og í Føroyum.
- Við hesum stak góða úrslitinum staðfesta vit enn einaferð, at føroyingar vilja hjálpa. Vit eru ógvuliga takksom og ynskja at takka øllum hjartaliga fyri stóra stuðulin og álitið til okkum sum felagsskap”, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroya, Hjalti í Jákupsstovu.
Fleiri hundrað fólk hjálptu sjálvboðið til við landsinnsavningini, ið var leygardagin 12. september. Um 400 bússur eru taldar og skrásettar, eins og flytingar, ið eru komnar inn umvegis stuðulstelefonnummarið hjá Reyða Krossi, heimasíðuna og kontur í teim fýra peningastovnunum.
Føroyska vinnulívið lat 92.000 krónur til landsinnsavningina. Restin av stuðlinum, ið er nakað meir enn 1.320.000, kom frá privatfólki í Føroyum. Bússurnar einsamallar góvu 1.024.433 krónur.
- Vit takka ábyrgdarfólkunum, ið hjálptu Reyða Krossi at fáa bússugangarar bæði í Havnini og kring landið, eins og vit takka øllum, ið gingu við bússunum og øllum, sum lótu Reyða Krossi pening. Eisini takka vit føroysku peningastovnunum og teirra starvsfólkum, føroysku miðlunum umframt fyritøkunum, sum lótu pening og annan stuðul til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi. Eisini takka vit teimum skúlanæmingum og starvsfólkum, ið tóku seg saman um at savna inn til landsinnsavningina, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Peningurin frá landsinnsavningini verður nýttur til neyðhjálp úti í heimi, har neyðin er størst, til vanlukkuhjálp í sambandi við náttúruvanlukkur og til sosiala virksemi hjá Reyða Krossi í Føroyum.
Nevndin í Reyða Krossi hittist í næstum at taka avgerð um, hvar parturin av landsinnsavningini, ið fer til neyðhjálp uttanlands, skal fara í ár.
Í fjør sendi Reyði Krossur hjálp til neyðstøddu flóttafólkini í Irak, ið vóru flýggjað undan IS til norðara part av landinum. Fyrra árið sendi Reyði Krossur pening frá landsinnsavningini til neyðhjálp til sýrisku flóttafólkini, ið eisini vóru noydd at flýggja innanhýsis í egnum landi undan ræðuleikunum av krígnum. Humanitera hjálpin til flóttafólkini í Irak og Sýria fór til at hjálpa teimum við innivist, til mat, vatn, heilivág, teppir og til at veita teimum tryggleika.