Methøgt odds á Føroyar

Tvær veddingarfyritøkur geva peningin 201 ferðir aftur, um Føroyar vinnur ímóti Týsklandi í kvøld.

Ikki færri enn 89 veddingarfyritøkur kring heimin hava boðið út odds til dystin ímillum Føroyar og Týskland á Tórsvølli í kvøld, og tað eru ikki hissini útrokningar, ið fáast kunnu burturúr hesum serfrøðingunum í at rokna út prosent-sannlíkindi fyri hvussu dysturin fer at enda.


Ikki óvæntað er tað breið semja um, at Týskland er stórfavorittur at vinna dystin – somikið stórur favorittur, at fimm veddingarfyritøkur ikki hava tað sum ein valmøguleika at seta pening á ein týskan sigur, men einans á føroyskan sigur ella javnleik.


Hægsta oddsið upp á føroyskan sigur hava Sportbet og 5Dimes, ið geva odds 201. Hetta svarar til eina meting, ið gevur Føroyum 0,49% møguleika fyri at vinna. Meiri eftirfarandi er tað tó at rokna miðal prosent-metingarnar á øllum oddsmarknaðinum, tvs hjá øllum teimum 88 veddingarfyritøkunum, og eru prosentini tá soleiðis býtt:


Føroyar: 2%

Javnleikur: 5%

Týskland: 93%