- Skipini hjá Varðanum eru júst liðug við sildina, og tey verða skjótt liðug við makrelin eisini. Fiskiskapurin í føroyskum sjógvi hevur gingið væl í ár, og prísurin hevur verið góður.
Tað veit heimasíðan hjá Varðanum í Gøtu at siga.
Lagt verður aftrat, at føroysku skipini og reiðaríini plaga at samanbera prísirnar í Føroyum við prísirnar í Noregi og hinum grannalondunum.
- Miðalprísurin á sild í Noregi í ár er 6,07 norskar krónur fyri kilo, sum gevur 4,85 danskar krónur. Samanbera vit hetta við miðalprísin í Føroyum, er miðalprísurin í Føroyum 6 krónur fyri kilo.
Varðin veit at siga, at prísurin, sum føroysku skipini í løtuni fáa frá Varðanum Pelagic, er 6,45 krónur fyri kilo, sum er methøgur prísur.
- Miðalprísurin fyri makrel í Noregi í ár er 8,43 norskar krónur fyri kilo, sum gevur 6,75 danskar krónur. Samanbera vit hetta við miðalprísin í Føroyum, er miðalprísurin fyri makrel í Føroyum umleið 5,5 krónur fyri kilo.
Hetta vísir, heldur Varðin, at kappingin í Føroyum hóast alt er so mikið hørð, at hetta heldur prísinum á líknandi støði sum í okkara grannalondum.
- Og tað er at fegnast um, verður lagt aftrat.
Orsøkin til, at Noreg hevur ilt við at fylgja við í prísinum á sild, er helst marknaðarstøðan.
- Somuleiðis er orsøkin til, at vit føroyingar halta eitt sindur aftaná í makrelprísinum, at ein hampiliga stórur partur av føroyska makrelinum er sonevndur summarmakrelur, sum er fiskaður lutfalsliga tíðliga í árinum.
Varðin leggur aftrat, at norðmenn harafturímóti fiska ein stóran part av makrelinum við nót, og kunnu tí selja til Japan.