Methandil í Manchester City

Komandi mótstøðuliðið hjá EB/Streymi hevur keypt brasiliumann fyri yvir 200 milliónir krónur

Talan er um 21 ára gamla áleyparan, Jo, sum annars hevur spælt í CSKA Moskva seinastu tíðina. Jo hevur bert spælt ein dyst fyri brasilska landsliðið, men roknað verður við, at hetta kemst av ósemju millum hann og landsliðsvenjaran, Carlos Dunga. Alment verður prísurin ikki upplýstur, men í bretskum miðlum verður roknað við, at spælarin kostar £19 milliónir, og tað er nakað væl meira enn gamla metið í felagnum, sum varð sett, tá Nicolas Anelka varð keyptur fyri £11 milliónir.