Methøgur prísur á upsa

Upsaprísurin er rættiliga góður í løtuni, og nú Vesturleiki landaði í Sørvági í morgun, fingu teir ein miðalprís, sum liggur omanfyri 8 krónur fyri kilo

FISKIVINNA

Í dag landar Vesturleiki í Sørvági. Vesturleiki partrolar saman við Sjagakletti, sum landar í Hvalba í dag.
Skipini hava verið úti í einar 12 dagar og hava umleið 180.000 pund í part – ella eini 360.000 pund tilsamans.
Meginparturin av veiðini er upsi, men ein lítil partur er toskur.
Upsaprísurin er rættiliga góður í løtuni, og úr Sørvági verður sagt, at veiðan hjá Vesturleika er seld fyri ein miðalprís, sum liggur omanfyri 8 krónur fyri kilo.
Hetta er rættiliga góður fiskaprísur, og fleiri ymiskir keyparar eru til lastina hjá Vesturleika.

Aðrar landingar
Landingarmiðstøðin í Sørvági fer eisini at landa línubátin Havbúgvan í morgin. Havbúgvin hevur verið undir Íslandi og hevur fingið eini 120.000 pund av brosmu, longu og toski.
Úr Sørvági verður sagt, at Vesturtúgvan væntandi kemur inn at landa fríggjadagin. Vesturtúgvan partrolar saman við Grønanesi, sum plagar at leggja veiðina upp í Vestmanna.