Innflutningurin fyrstu átta mánaðirnar í ár er 4,7 milliardir krónur. Av hesum eru skip og flogfør 1,3 milliardir. Bert einafer fyrr hevur innflutningurin í hesum bólki verðið oman fyri 1 milliard eitt einstakt ár og tað var í 2003. Tá var innflutningurin útvið 1,2 milliardir krónur.
Tað skrivar Hagstovan.
Um vit ikki telja skip og flogfør við, er framvegis talan um vøkstur í innflutninginum, samanborið við í fjør. Tað er serliga vinnan sum innflytur meira av tilfarið og maskinum, meðan innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkar eitt vet.
Eisini príshækkingar á brennievni hava við sær, at fleiri pengar verða nýttir til innflutning av brennievni.