- Eg veit ikki, um vit koma at lata nakran stovn aftur her og nú. Men vit hava ein yvirkapasitet og tað er nakað, vit mugu taka upp, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri.
Sambært honum er hetta árstíðin, tá minst tørvur er á ansingarplássum – og tí eru tølini so høg.
- Vøggustovuplássini verða nokk fylt, so hvørt vit nærkast árskiftinum, tí foreldrini koma aftur úr farloyvi og ymiskt annað. Soleiðis plagar tað at vera og soleiðis verður tað helst eisini í ár. Í so máta eru mongu tøku vøggustovuplássini eingin trupulleiki, heldur Jóan Petur Hentze.
Minkað um útboðið
Samstundis sum talið av tøkum ansingarplássum ongantíð hevur verið hægri enn tað sama, so hevur kommunan seinastu árini minkað um útboðið av barnaansingartilboðum. Stovnurin Vípan er ikki virkin vanligt, men verður bert brúktur í serligum høvum, sum til dømis nú stovnurin Birkilund ikki er opin, tí hann er fongdur við blámusoppi.
Harumframt er talið av dagrøktarplássum skorið munandi.
Eiga ov fá børn
Meginorsøkin til, at so nógv ansingarpláss eru óbrúkt, er, sambært trivnaðarstjóranum, at so fá børn vera fødd nú. Sambært hansara tølum, so vóru umleið 300 børn fødd árliga í kommununi um aldaskiftið, men seinastu árini hevur talið av børnum ligið millum 240 og 260.
- Kommunnan er í gongd við at endurskoðað dagstovnaøkið. Vit skulu eisini finna út av, hvat vit gera við eitt nú Birkilund. Men tað er greitt, at tá tað árliga vera fødd umleið 50 børn færri nú, so svarar tað til eini tvær stovur í einum stovni. Og tá minkar tað skjót, sigur Jóan Petur Hentze, sum saman við øðrum skal finna út av, hvat skal verða av teimum meiri ella minni hálvtómu stovnunum í kommununi.
Garantera pláss
Trivnaðarstjórin ásannar, at hetta er ein trupulleiki, tá hugsað verður um fólkavøkstur og trivna, men hann dugir tó eisini at síggja okkurt positivt við støðuni.
- Vit kunnu í øllum førum garantera øllum, sum flyta til kommununa, barnaansingarpláss, sigur Jóan Petur Hentze.
rolant@sosialurin.fo