Seinastu hagtølini frá Flogvøllinum staðfesta, at talan aftur í ár verður um methøgt tal av ferðandi.
Til og við 27. desember vóru 165.324 fólk komin og farin flogvøllin. Hóast tað soleiðis enn skulu leggjast fýra ferðadagar afturat hesum tali, so er greitt, at talan verður um met.
Hægsta talið áðrenn hetta var í 2003, tá tilsamans 162.917 fólk ferðaðust um flogvøllin. Roknað verður við, at tá seinastu fýra dagarnir eru farnir aftur um bak, er samlaða talið av ferðafólkum í ár farið upp um tey 166.000.
Tað er fyrst og fremst á Danmarkarrutunum, at talan hevur verið um vøkstur. Her hevur talan verið um eina framgongd upp á 5,2% í mun til 2003. Hinvegin hevur talið av ferðina til og úr Bretlandi verið minkandi.
Hóast økta talið av ferðafólkum, so hevur talan av lendingum og fráferðum verið minni í ár. Samlaða talið komum og fráferðum verður í ár 4.950. Hetta er ein minking upp á 4,6% sammett við 2003.