Virðið er tó á leið tað sama sum í fjør.
Heili 24.000 tons av laksi eru útflutt fyri 720 milliónir kr. Í fjør útfluttu vit 17 tús. tons fyri 711 milliónir.
Tað vísur uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Størsta vøksturin í útflutningi síggja vit í uppsjóvarfiski, har vit hava útflutt fyri útvið 40% meira enn í fjør. Tað er serliga svartkjafti vit hava útflutt meira av í ár.
Útflutningurin av flundrufiski er vaksin 26%, og er tað útflutningurin av svartkalva sum er nógv størri í ár enn í fjør.
Tað er eisini útflutt meira av botnfiski. Tað er serliga upsa sum vit útflyta meira av, meðan tað er útflutt minni av toski.
Samlaði útflutningurin í ár er 4% minni enn í fjør, og kemst hetta av, at í fjør seldu vit skip fyri 263 milliónur kr. av landinum, meðan vit ikki hava selt nakað í ár.
Útflutningurin av fiski er vaksin 9% í virðið og 35% í nøgd.









