Marine Harvest í Føroyum hevði eitt metgott ár í fjør. Yvirskotið var góðar 63 milliónir krónur.
Nettosølan hjá alifelagnum var góðar 266 milliónir krónur. Framleiðslukostnaðurin var 159 milliónir, og bruttovinningurin sostætt 107 milliónir krónur.
Norska alifelagið hevur tjent nógvar pengar í Føroyum. Seinastu seks roknskaparárini er tað vorðið til 194 milliónir krónur. Tað hevur givið felagnum eina eginogn, sum hevði verið upp á eina góða fjórðingsmilliard. Men av tí at norsku eigararnir hava goldið sær 123 milliónir í vinningsbýti, so er eginognin sambært seinastaroknskapinum 130 milliónir krónur í føroysku deildini.
Tað er heimsins størsta alifelag, Marine Harvest ASA í Noreg, sum eigur allan partapeningin í Marine Harvest í Føroyum.
Hjá Marine Harvest í Føroyum starvast 63 fólk, og tey fingu í fjør 16,6 milliónir krónur í løn.
Í nevndini hjá Marine Harvest í Føroyum eru:
Ragnar Joensen, Hoyvík, nevndarformaður
Hans Jákup Mikkelsen, Tórshavn, nevndarlimur
Páll Lassen, Fuglafjørður, nevndarlimur
Stjóri felagsins er Hans Jákup Mikkelsen, Tórshavn.