Gongdin hjá 62°N, sum fyrr kallaðist Flogfelag Føroya, hevur verið góð tey seinastu árini. Í 2016 hevði felagið eitt avlop á 1,9 mió, og í fjør gjørdist úrslitið enn betri, tá ið felagið hevði 4,1 mió í avlopi. Hetta er met úrslit, síðani felagið skifti navn til 62°N afturi í 2007.
Leiðslan í felagnum sigur seg vera væl nøgd við úrslitið:
– Leiðsla og nevnd í felagnum eru fegin um tað positiva úrsliti, og eru vit eisini fegin um at hava dugnalig starvsfólk knýtt at felagnum, sigur stjórin í felagnum, Bergur Thomsen.
Hann sigur, at felagið sum heild merkir framgongd á øllum økjum.
- Hugurin at ferðast til Føroyar er stórur, og somuleiðis ferðast føroyingar eisini meira enn teir hava gjørt, bæði frítíðarferðir og vinnuligt, sigur Bergur Thomsen, sum sigur, at man í felagnum sær ljóst uppá framtíðuna í ferðavinnuni.
Tað eru Heidi Petersen og Tummas Christophersen sum eiga 62°N.










