Metdýr Champions League-atgongumerki

Ætlar tú tær til Champions League finaluna, so kann tað at kosta tær næstan 3.000,- krónur fyri eitt atgongumerki. Ongantíð hevur tað verið so dýrt. Champions League finalan verður á Wembley leikvøllinum í London í ár. Í gjár kunngjørdi UEFA prísirnar og umboð fyri bólkar fyri viðhaldsfólk í Onglandi eru í øðini. Teir meta, at prísirnir eru alt ov høgir, serliga tá hugsa verður um, at Ongland ikki er væl fyri fíggjarliga í løtuni.

 

Feløgini í koma í finaluna fáa hvørsíni 25.000 atgongumerki í part. Prísurin fyri tey liggur um 700,- krónur fyri hvørt. Síðani verða 11.000 atgongumerki seld til vanliga fólki. Her liggur prísurin millum 1.300,- og 2.700,- krónur fyri hvørt atgongumerki. Umframt tað, so er eitt avgjald á góðar 250,- krónur fyri hvørt keyp.

 

Sambært UEFA, so kemur finalan at geva yvir 100 milliónir krónur í inntøkum. UEFA hevur sett í gildið eina lóg, ið skal tryggja fíggjarligt ?Fair Play? í fótbólti. Nú spyr vanligi fótbóltshyggarin eftir ?Fair Play? frá UEFA.

 

Champions League finalan verður 28. mai, sum er ein leygardag. Tað var annars gamalt, at hon var mikukvøld.