Metallica til Danmarkar

Heavy hittbólkurin Metallica kemur í næstum til Danmarkar at hava heili tríggjar konsertir.

Konsertirnar, sum vera í Forum í Keypmannahavn 20., 22. og 23. juli, eru partur av heimsumfatandi konsertferð teirra ?World Magnetic Tour 2009?.

 

Seinast Lars Ulrich, James Hetfield og hinir limirnir vóru í Danmark var í 2007, har bólkurin spældi fyri 55.000 áskoðarum í Árhus.

 

Seinasta fløgan hjá bólkinum ?St. Anger? seldi seks milliónir útgávur um allan heimin og nýggjasta fløga teirra ?Death Magnetic? hevur verið sera væl móttikin av fjepparum og ummælarum.