Metallica syrgir deyða gentu

Ein amerikonsk genta hvarv undir einari Metallica konsert í fjør, og nú er staðfest, at gentan bleiv dripin stutt eftir. Metallica bjóðar nú finningarløn til tey, ið hava upplýsingar um gentuna. Gentan hevur verið burtur í umleið tríggjar mánaðir, og nú sigur amerikanska løgreglan, at tey halda gentan er deyð, og at hennara beinagrind er funnin.

 

Tann 20 ára gamla gentan bleiv burtur tann 17. oktobur undir einari Metallica konsert. Hon skuldi á vesið, men var av óvart enda uttanfyri hegnið í konsertøkinum í John Paul Jones Arena við University of Virginia.

 

Hon slapp ikki inn aftur, og sendi tí sms-boð til ein vin, har hon greiddi frá, at hon var ávegis heim.

 

Gentan bleiv seinni sædd á einari brúgv, og tað var seinasta lívstekin.

 

Farna týsdag fann ein bóndi í økinum eitt lík av einari ljóshærdari gentu, og líkið var hálvt niðurgravað.

 

-Eg hugdi niður og sá tað, sum líktist einum menniskja høvdi, sigur bóndin við lokalu miðlarnar.

 

Bóndin hugsaði beinan vegin um ungu Morgan Harrington, og í gjárkvøldið váttaði løgreglan, at tannkortið hjá Morgan var líkt tonnunum á líkinum.

 

Foreldrini hjá Morgan Harrington eru takksom fyri, at tey umsíðir vita hvat er hent gentuni.

 

-Fyri fyrstu ferð í 101 dag, hugsi eg ikki hvønn minutt, hvat onkur nú ger við mína dóttir, sigur mamman at Morgan, Gill Harrington, við the Daily Progress.

 

Hon er vís í, at Morgan bleiv tikin av døgum sama dagin, sum hon bleiv burtur.

 

-Eg eri glað fyri, at hon ikki var livandi longri, sigur mamman.

 

Metallica syrgir

Hetta hevur ávirkað limirnir í bólkinum Metallica ógvuliga nógv, og tískil høvdu teir lova eina finningarløn áljóðandi 150.000 dollarar (umleið 750.000 kr.) til onkran, sum visti um gentuna. Tá ið danski Lars Ulrich og restin av manningini í Metallica í gjár frætti um deyðan hjá Morgan, øktu teir um finningarlønin við 50.000 dollarum, og sendu út eitt tíðindaskriv.

 

- Orð kunnu ikki greiða frá tí sorgarleiki, sum foreldrini Dan og Gill nú eru í. Okkara tankar eru við teimum, ljóðar tað millum annað frá bólkinum, sum heitir á fólk, um at fara til løgregluna, um tey vita nakað, ið kann hjálpa løgregluni í at fanga drápsmannin.

Kelda: ekstrabladet.dk