Væl umtókti bólkurin Metallica umhugsar nú at ganga í fótasporunum hjá Radiohead og senda tónleik teirra út á alnótina í framtíðini. Orsøkin til hetta er, at sáttmálin hjá Metallica við plátufelagið Warner Music gongur út í ár. Danski trummuspælarin í bólkinum, Lars Ulrich, sigur frá, at limirnir í bólkinum hava fingið íblástur frá hugskotinum hjá Radiohead og at teir nú leita eftir øðrvísi mátum at senda tónleik út uppá.
- Vit eru við at finna út av, hvussu vit skulu ordna tað, tí vit vilja gjarna vera so fríur til at spæla sum til ber. Vit hava hildið eyga við Radiohead og Trent Reznor frá Nine Inch Nails og tá ið nýggja fløga okkara kemur út um 27 ár ? ella hvussu leingi tað nú verður, fara vit at hava stýr á møguleikunum á alnótini.
Í fjør skapti bólkurin Radiohead yvirskriftir um allan heim við at senda fløguna ?In Rainbows? út á alnótini, har keypararnir av fløguni sjálvir sluppu at avgera, hvussu nógv teir vildu gjalda.










