Harði rockbólkurin er annar av móttakarunum av ársins svenska Polar Music Price.
Hesin heiðurin verður ofta javnsettur við Nobelheiðurslønina, men væl at merkja tá um tónleik ræður.
Hin móttakarin er The Afghanistan National institute Of Music, ið fæst við at bjóða børnunum og ungum tónleikaundirvísing í hart roynda landinum, har tónleikur enntá varð bannaður frá 1996 til 2001 undir Talebanstýrinum.
Metallica sá dagsins ljós í Los Angeles í 1981 og fyrsta útgávan kom í 1983. Gaffa.dk skrivar, at millum annað verður sagt í grundgevingini fyri at geva Matalica heiðurin at: Ikki síðani Wagner og Tjajkovskij og teirra kenslubornu avrik, hevur nakar megnað at skapað so illan, men samstudis atkomuligan, tónleik.
Grundgevingin er longri og kann lesast á gaffa.dk.
Danski trummuleikarin í Metallica, Lars Ulrich, sigur, at teir hervið koma í sera fínt selskap.
Polar Music Price sá dagsins ljós í 1989, og upphavsmaðurin var Stikkan Anderson, ið var mannagari hjá ABBA. Eisini átti hann plátufelagið Polar.