Òmetaliga tætt í toppinum- valið líkist einum gysara

Ein fyribils uppteljning við hond vísir, at tað verður ómetaliga spennandi, hvør vinnur fólkatingsvalið Samanteljingin vísir, at tjóðveldið fær fyrsta mannin við 5397 atkvøðum, men so eru bara góðar 100 atkvøður ímillum Fòlkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Fólkaflokkurin hevur 4402 atkvøður, Javnaðarflokkurin hevur 4343 atkvøðurog Sambandsflokkurin hevur 4287 atkvøður.

Hinvegin mangla nakrar heilt fáar bygdir, onkur siðvand sambandsbygd, sum kann koppa valinum til teirra fyrimun, men eisini onkur siðvand javnaðarbygd, sum kann koppa valinum til teirra fyrimun. Vit mangla m.a Toftir, Porkeri, Norðadalur og Kvívik, men tey eru vælkomin at ringja 34 18 51 við úrslitinum.

Samstundis kunnu føroysku umboðini fáa ávirkan á samansetingina í Fòlkatinginum, so tey ringja óført úr Danmark. Men sostatt hevur teldan í Kringvarpinum sett alt ríkið í bíðistøðu.