Ómetalig glað

Í Fótbóltssambandi Føroyta eru tey ómetaliga glað um broytingina, FIFA hevur gjørt á styrkislistanum

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, dylir ikki yvir, at hann er ómetaliga fegin um, at FIFA hevur tikið teirra atfinningar til eftirtektar og flutt Føroyar fram um Wales á styrkislistanum.

- Hetta málið hevur fylgt nógv hjá okkum seinastu tíðina, so tað er bara at fegnast um, at vit nú eru frammanfyri Wales, sigur Virgar Hvidbro.

Aðalskrivarin minnir á, at styrkislistin fyri junimánað ikki er tann endaligi. Tað verður nevniliga styrkislistin fyri juli, sum verður brúktur sum útgangsstøði til styrkismetingarnar, tá liðini skulu bólkast til næstu HM-undankapping. Men tá allar flestu evropeisku londini ikki spæla í juli, henda lítlar og ongar broytingar og tískil kunnu vit loyva okkum at vera bjartskygd.

- Hetta gevur okkum møguleikan at møta veikari liðum, enn vit hava gjørt í langa tíð. Tað økir um møguleika av fáa fleiri stig, sum síðani økir um áhugan fyri Føroyum og føroyskum fótbólti, sigur Virgar Hvidbro.


rolant@sosialurin.fo



CITAT:

- Málið hevur fylgt nógv hjá okkum, so tað er bara at fegnast um, at vit nú eru frammanfyri Wales