MÀLNINGAR
Rógvi Borðoy
Framsýningin letur upp klokkan 15.00, og myndirnar verða av málaranum sjálvum lýstar metaforiskar.
-Eg eri farin ígjøgnum allar tær vanligu fasurnar. Ta figurativu og hinar. Men eg noyddist inn á litirnar, sigur Sofus Poulsen aftanfyri reyða, plettuta fyriklæðinum.
Sofus Poulsen húsast á Bringsnagøtu, beint yvirav hjá Katrinu Kristiansen. Har hevur hann málað í 10 ár. Summir av málningunum eru rættiliga stórir, og teir flestu eru rættiliga bláir á at líta.
Tað verður skipað fyri tónleiki í Smiðjuni í sambandi við framsýningina. Tað er Brandur Jacobsen, sum fer at spæla klassiskan gittara fríggjadagin bæði klokkan 16.00 og 21.00.
Sofus Poulsen sigur, at tað er torført at fáa eksistensialismuna fram í Føroyum. Hann heldur fram, at tað i Føroyum hevur verið mest naturalisma orsakað av litunum og landskapinum sum heild. Hann kallar síni egnu verk fyri eitt rák, sum er farið.
-Málningalist er sum tónleikur. Alt er longu gjørt. Har eru so og so nógvar akkordir at spæla við, men alíkavæl koma nýggir sangir fram hvønn dag, sigur Sofus Poulsen.