Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum leygardagin 15. mai, har mett verður um, hvat vit fáa burtur úr norrøna samstarvinum.
Hvat fær føroyingurin burtur úr norðurlendska samstarvinum? Hetta er ein av spurningunum, sum ætlanin er at fáa svar uppá, tá Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri almennari ráðstevnu um norrøna samstarvið.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 15. mai frá kl. 10 til 16.
Norrøna Felagið í Føroyum, sum skjótt hevur 60 ár á baki, ynskir við hesi ráðstevnu at fáa í lag eitt kjak um føroyska leiklutin í norðurlendska samstarvinum, og eitt av endamálunum við ráðstevnuni er at staðfesta, hvør tilverurætturin er hjá Norrøna Felagnum í Føroyum.
Tað verður Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, sum setir ráðstevnuna eftir at forkvinnan í felagnum, Eyrith Guttesen Leyni, hevur boðið vælkomin.
Síðan heldur skráin fram við fleiri áhugaverdum røðarum og framløgum, sum hvør á sín hátt skulu seta norðurlendska samstarvið í eitt føroyskt perspektiv. Høvuðstalari verður forkvinnan í Norrøna Felagnum í Íslandi, Ragnheiður H. Þórarinsdóttir. Millum evnini, sum verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru føroyska málið, føroyska matmentanin, vinarbýarsamstarv, Jordjobb, Nordplus og talgildi fundarstaðurin Café Pantopia.
Eisini vera sangframførslur við Hanusi G. Johansen og Finni Jensen, sum báðir hava gingið á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungälv.