Tað verður Meta av Fløtum, sum skal standa odda fyri Heilsuhúsinum í Tórshavnar Kommunu.
Tórshavnar kommuna hevur sett hava í starv sum leiðara á nýstovnaða Heilsuhúsinum, ið er ein partur í Heilsu- og umsorganartænastuni. Í alt vóru 7 umsóknir til starvið.
Meta av Fløtum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hon hevur eisini diplomleiðsluútbúgving. Seinastu 12 árini hevur hon starvast innan leiðslu í eldrarøktini bæði í Heimatænastuni í suðurstreymoyarøkinum og sum røktarheimsleiðari á Lágargarði.
Eldrarøktarøkið verður kommunalt á nýggjárinum og í Tórshavnar kommunu verður økið skipað í samskipaðum leiðslubygnaði við heitinum Heilsu- og umsorganartænastan.
Heilsu-og umsorgnanartænastan er skipað í trimum eindum. Í Heilsuhúsinum verða øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur skipaðar. Í Heilsu- og umsorganartænastuni eru harumframt tvær samskipaðar eindir við heimatænastu og umleið 110 búplássum hvør.
Sum leiðari á Heilsuhúsinum hevur Meta av Fløtum samstundis yvirskipaðu leiðsluna og ábyrgdina um hendi fyri alla Heilsu- og umsorganartænastuna, tvs. fakliga, fíggjarliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga.
|