Tað fór ein kvøkkur gjøgnum Nou Camp, tá Lionel Messi mátti berast av vøllinum í kvøld. Hann er eitt mál frá at taka metið frá Gerd Muller fyri flest skotin mál í einum ári.
Barcelona var undan dystinum í kvøld móti Benfica víðari til endaspælið í Champions League. Tí var tað nærmast eitt eykaliðið, sum spaniólarnir stillaðu upp við.
Ein hálvan tíma fyri tíð kom so Lionel Messi á vøllin. Helst fyri at geva honum ein møguleika at taka metið. Tað eydnaðist honum ikki at fáa nakað mál, men sjey minuttir fyri tíð mátti hann berast av vøllinum við skaða.
Lionel Messi hevur skotið 84 mál í 2012. Tað er eitt færri enn Gerd Muller í 1972. Tað er óvist um Lionel Messi verður at síggja á vøllinum aftur áðrenn nýggjár.
- Tað sær ikki so álvarsligt út, men nú bíða vit líka eftir kanningini, sigur Andoni Zubizarreta, ítróttarstjóri í Barcelona.
Felagið hevur umvegis Twitter boðað frá, at Lionel Messi hevur ein skaða í vinstra knæ, og skal til fleiri kanningar fyri at staðfesta akkurát hvussu umfatandi skaðin er.
Dysturin millum Barcelona og Benfica endaði við málleysum javnleiki.