Met-urslit hjá FCK

Talan er um úrslit í Champions-League flokkinum, og sterka europiska kappingin hevur so avgjørt sín lut í góðu tølunum, sum FCK nú kann vísa partaeigarunum. Úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing er 67 mió kr., og tað er nærum tvífalt so stórt, sum tað var fyri sama tíðarskeið í fjør. Roknað verður nú við, at ársúrslitið fer at liggja um 195 mió kr., og ikki óvæntað var Flemming Østergaard ein sera væl nøgdur nevndarformaður, tá tølini vórðu almannakunngjørd.
- Frá mær skal ljóða stórt rós til øll í fyritøkuni. Bæði á og uttan fyri vøllin, sigur Flemming Østergaard.
Parken Sport & Entertainment, sum felagið handan FCK eitur, hevur samráðst við kommunalu myndugleikarnar um eina umbygging av Parken. Við í hesi ætlanini er eisini ein søla av teimum báðum stóru skrivstovutornunum.