Jens Lehmann, týski landsliðsmálverjin, setti met, tá hann fór á vøllin til EM-finaluna. Lehmann, sum tann 10. november verður 39 ár, er nevnliga elsti spælarin, sum hevur spælt í eini EM-finalu. Við hesum hevði hann so eisini møguleikan at gerast elsti spælarin í søguni, sum hevur vunnið EM-heitið, men tann heiðurin fekk hann so ikki – hesu ferð í øllum førum.











