Roknskapur
Úrslitið áðrenn skatt gjørdist í 2005 ikki minni enn 164,2 mió kr., og fyrst og fremst er hetta ein staðfesting av vaksandi virkseminum. Eitt virksemi, har ein triðingur av inntøkunum nú koma frá virkisøkjum uttan fyri Føroyar.
Góða úrslitið gevur eisini teimum, sum eiga partabrøv í Sparikassanum sítt. Hóast eginpeningskontan hevur verið hampuliga stór, so var rentingin av hesi heili 18,8 prosent, sum avgjørt má metast sum nøktandi. Av hesum verður ætlaða vinningsbýti 5%
Rentan er lág og kappingin á føroyska fíggjarmarknaðinum er sera hørð. Tí kunnu vit ikki vera annað enn nøgd við, at Sparikassin nú kemur út við enn einum metgóðum úrsliti, sigur Marner Jacobsen, forstjóri.
Í tíðindaskrivinum vísir forstjórin á, at avlopið er úrslit av einari miðvísari tilgongd seinastu árini, har Sparikassin hevur sett sær sum mál at menna virksemið í Føroyum, umframt at ein munandi partur av inntøkunum skuldi koma frá virksemi uttan fyri Føroyar. Endamálið er at økja vinningin hjá Føroya Sparikassa, spjaða váðan og gera Sparikassan upp aftur meira kappingarføran.
Sparikassin hevur havt framgongd á fleiri økjum í Føroyum, og íløgan í Eik Bank Danmark vísir seg eisini væl aftur í úrslitinum hjá samtakinum", sigur Marner Jacobsen, forstjóri.
Úrslitið hjá Eik Bank var 41,9 mió. kr. áðrenn skatt. Seinastu árini hevur Sparikassin keypt partabrøv í størsta íslendska sparikassanum Spron og er nú størsti einstaki partaeigarin. Ognarparturin er um 10 prosent. Hartil eigur Føroya Sparikassi 42,5 prosent av DSK A/S, ið er eitt felag, sum ger íløgur í lokalar danskar peningastovnar, og sum hevur havt eitt gott ár í fjør.
Sparikassastjórin sigur at enda, at tey hava góðar vónir til gongdina í ár. Roknað verður við, at úrslitið verður oman fyri 125 mió kr. fyri skatt.