Metúrslit hjá Lego hóast koronu

Lego hevði í 2020 eitt yvirskot upp á 9,9 milliardir krónur, sum er tað hægsta nakrantíð.

 

Hóast koronufarsóttina og hóast handlar hava verið stongdir kring heimin hevur Lego í 2020 megnað besta úrslit nakrantíð.

Sølan hjá Lego vaks 13 prosent í 2020 til 43,7 milliardir krónur.

Samstundis er yvirskotið hækkað við 19 prosentum til 9,9 milliardir krónur. Tað vísir ársroknskapurin, sum er almannakunngjørdur í dag.

Sambært Lego hevur sølan verið best í Asia – serliga í Kina – eins og í Norður- og Suðuramerika og Vesturevropa.

Av vøruúrvalinum nevnir Lego millum annað Lego City, Lego Technic og Lego Star Wars sum tað, sum mest hevur verið selt av.

Hjá Lego er forstjórin Niels B. Christiansen nøgdur við gongdina seinasta árið.

– Vit eru sera nøgd við úrslitið. Tað vísir, at Lego-kubbin er tíðarleysur, og at læra gjøgnum spæl er viðkomandi, sigur Niels B. Christiansen í viðmerking til roknskapin.

Sambært Lego hava tey gjøgnum 2020 rokkið einum hægri marknaðarparti á teirra 12 størstu marknaðum. Tað vil siga, at Lego hevur selt meira enn kappingarneytarnir.

Framgongdin seinasta árið skal sambært Lego síggjast í ljósinum av, at felagið seinastu árini hevur gjørt íløgur í at klára seg betri á talgilda økinum, so fleiri brúkarar velja at keypa leika á netinum.

Lego upplýsir ikki býtið millum sølu í handlum og sølu á netinum, men sigur, at talið av vitjandi hjá Lego.com er tvífaldað í 2020.

134 nýggir Lego-handlar hava latið upp kring heimin í 2020 – teir flestu í Kina.

Tilsamans eru 678 Lego-handlar í heiminum, av teimum eru 250 í Kina. Í 2021 ætlar Lego at lata upp 120 nýggjar handlar.

– Fólk vilja hava serligar og ógloymandi upplivingar, so vit fara at halda fram við at gera íløgur í nýggjar Lego-handlar og samstundis gera upplivingina í handlunum enn betri.

– Tilgongdin styrkir merkið og hevur eina jaliga ávirkan allan vegin í gjøgnum.

– Vit fara harafturat at menna førleikar okkara enn meira innan e-handil fyri at stuðla undir søluna á netinum á okkara egnu platformum, sigur Niels B. Christiansen í viðmerking til roknskapin.

/ritzau/