Metár hjá Statoil

Norska Statoil hevur eitt framúr gott ár í fjør. Ikki minni enn 24,9 mia norskar krónur vóru eftir, tá allar útreiðslur, skattur og avskrivingar vóru drignar frá, og er hetta besta úrslitið, sum felagið nakrantíð hevur havt.
Sammett við 2003 var talan um eina betran av úrslitinum á 50%, og hetta var so sanniliga eisini nakað, sum partaeigararnir fingu at merkja. Vinningsbýtið, sum felagið lat í ár, var 5,30 kr. fyri hvørt partabrævið, ella eini 10 mia norskar krónur.
Sum kunnugt, so er Statoil eisini millum feløgini, sum aktiv í oljuleitingini við Føroyar, og eisini hesum viðvíkjandi eru áhugaverdir lutir at finna í ársfrágreiðing felagsins. Millum mest týðandi í árinum nevnir felagið Rosebank fundið skamt frá før-oyska markinum, og ikki minst leitloyvini, sum felagið fekk tillutað, tá úrslitið av øðrum útbjóðingarum-fari fyri stuttum var almannakunngjørt í Føroyum.
-jm