Metár hjá Norrönu

Umleið 75.000 ferðandi hava verið við Norrönu í summar. Tað er ein vøkstur uppá nærum 10% í mun til í fjør. Eisini vetrarsiglingin tykist hava vind í seglunum.

Ferðavinna



Í gjár fór Norröna seinasta túrin í summarsiglingini í ár. Hetta er samtíðis allar seinasti túrur í summarsigling hjá ?gomlu? Norrönu yvirhøvur, nú nýggja Norröna tekur við siglingini næsta summar. Við henda seinasta túrin til Danmarkar eru 400 ferðafólk. ?Gamla? Norröna gevst eisini sína summarsigling við maner. Ongantíð hevur hon flutt so mong ferðafólk sum í summar. Samlaða talið á ferðafólki í summar er 75.000 og er hetta ein vøkstur í mun til árið fyri uppá nærum 10%. Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini á Smyril Line er fegin um gongdina. Hann er eisini sera fegin um, at fleiri og fleiri velja at sigla við Norrönu um veturin eisini. Seinasta vetur tvífaldaðist talið av ferðandi úr 6000 uppí 12.000 í mun til árið frammanundan. Og gongur tað eftir ynskjunum og metingunum hjá Áka Jespersen, so verður talið á ferðandi komandi vetur kanska at vaksa til eini 15.000. Fyrsti túrurin í vetrarsiglingini í ár kundi eisini bent á eina slíka gongd. Tá verða ikki færri enn 400 fólk við Norrönu, sum er met við byrjan av vetrarsigling. Tvs. at tølini fyri bæði summar- og vetrarsigling skuldu boða frá góðum, nú Smyril Line ger seg tilreiðar at taka ímóti einum nýggjum skipi.