Metár hjá Norden

Árið í fjør royndist so væl hjá danska reiðarínum Norden, at tað gjørdist tað besta í søgu felagsins.

Umsetningurin hjá reiðarínum var í fjør 6,7 milliardir krónur, og tað var meiri enn tvær ferðir so nógv sum árið fyri. Úrslitið fyri skatt var 1,5 milliard krónur í avlopi ella meiri enn tríggjar ferðir so nógv sum í 2003 og harvið tað besta í teirri 134 ára longu søguni hjá felagnum, skrivar Politiken.

Leiðslan í Norden væntar, at avlopið í ár verður eisini hálv onnur milliard krónur. Tá er vinningurin av seks skipum, sum felagið skal selja, íroknaður.