Tað gekst væl, tá fýra føroyingar um vikuskiftið tóku lut í Tårnby Games, sum er kapping í frælsum ítrótti. Rannvá Djurholm, Bjørk Herup Olsen, Regin Joensen og Rúni Seloy vóru føroysku umboðini, og tey fingu framúr úrslit. Millum annað setti Bjørk nýtt føroyskt met á 1500 metra teininum við 5.11,96, meðan Regin Olsen vann gull á 800 metra teininum.









