Yvir 9000 bilar koyrdu gjøgnum Norðoyatunnilin, meðan Summarfestivalurin var Í fjør koyrdu met nógvir bilar gjøgnum Norðoyatunnilin, og tað metið varð væl og virðiliga sligið í ár.
Hósdagin, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin koyrdu samanlagt 9.218 bilar gjøgnum tunnilin.
Hósdagin, 1321 bilar, fríggjadagin 1925 bilar, leygardagin 2159 bilar, og sunnudagin, tá ið festivalurin endaði, vórðu 3813 bilar skrásettir at koyra gjøgnum tunnilin.
Mikudagurin er ikki taldur við. Tá fóru nógv fólk norður við húsvogni og komu aftur fríggjadagin.
Bilarnir verða bara skrásettir , tá ið teir fóru úr Klaksvík gjøgnum tunnilin.









