Met nógv smittað í Danmark – næstan sum í vár

Staðfest eru 3692 nýggir koronutilburðir í Danmark, og talið av innløgdum líkist nú støðuni í vár.

 

Staðfestir eru 3692 nýggir smittutilburðir í Danmark. Tað upplýsir Statens Serums Institut.

Hægsta talið av ávístum tilburðum í ein dag undir farsóttini.

Nýggju smittuførini eru funni í 113.286 royndum, og harvið er parturin av positivum upp á 3,26 prosent, sum er nøkulunda á støði við seinastu dagarnar.

Talið av innløgdum við koronuvirus er hækkað við 54 til 493. Harvið eru tey um at vera eins mong á sjúkrahúsi sum í vár, tá talið var 535, tá tað var hægst í apríl.

Eitt er tó positivt, og tað er, at tað eru munandi færri innløgd á intensivari deild, har sjúklingarnar eru sjúkari og meira viðgerðarkrevjandi.

Tað eru í dag 68 á intensivari deild – sum er tað sama sum í gjár. Í vár vóru tað einaferð 153 sjúklingar á intensivari deild.

Seinasta samdøgrið eru skrásett 14 andlát í Danmark við koronusmittu. Tað er tað hægsta talið í eitt samdøgur síðani 2. mai.

/ritzau/