Met: Messi hevur yvirhálað Pelé

Lionel Messi hevur við málið í kvøld yvirhálað Pelé við ótrúligum meti

Lionel Messi skoraði í kvøld sítt mál nummar 644 fyri FC Barcelona. Tað er met fyri flest mál fyri eitt felag. Gamla metið átti trýfaldi HM-vinnarin, Pelé, sum skoraði 643 mál fyri brasilska felagið Santos í tíðarskeiðnum 1956 til 1974.

Lionel Messi skoraði sítt fyrsta mál fyri FC Barcelona í 2004. Hann skoraði í kvøld, tá FC Barcelona vann 3-0 á útivølli móti Real Valladolid. Lionel Messi bleiv kosin til besta spælara á vøllinum, men tað gekk strilti at fáa mál. Í seinna hálvleiki, eftir at eitt nú Martin Braithwaite hevði skorað, eydnaðist at økja til 3-0.

Hetta er fyrsti útisigurin í fimm dystum hjá FC Barcelona, sum liggur á fimta plássi í La Liga.