Dysturin í kvøld móti Aston Villa var dystur nummar 72 hjá Torres fyri Liverpool, og eftir 93 minuttum skoraði hann einsamalla málið, sum tryggjaði Liverpool trý sera týðandi stig.
Tað stóð tó nógv á hjá Liverpool, sum var undir stórum trýsti á Villa Park. Ikki minst í fyrra hálvleiki, tá Pepe Reina hevði fleiri góðar bjargingar.
Sigurin ber við sær, at Liverpool nú bert er trý stig aftanfyri Tottenham, sum í løtuni er á tí so sera týðandi fjórða-plássinum, ið gevur atgongd til Champions League-undankappingina.
Ein annar dystur varð eisini spældur í ensku Premier League í kvøld. Hesin var á Reebok Stadium, har Bolton og Hull spældu 2-2.