Prestar
Elsa Funding var tann fyrsti kvinnuligu føroyski presturin fyri góðum 30 árum síðani, Marjun Bæk tann næsta smá níggju ár seinni, og síðani eru Sonja Klein, Inga Poulsen Dam og Marjun Lómaklett eisini prestvígdar. Síðsta skotið á kvinnuligu preststammuni er 31 ára gamla, Ann Dahl Hansen, sum loysir Kristine Hestbech av, ið – eins og Ann Dahl Hansen – virkaði sum avloysari fyri Marjun Lómklett. Síðstnevnda er í longdum barsilsfarloyvi.
Við Ann Dahl Hansen, sum er tann sætta kvinnan í røðini, er eitt met sett í føroyskari kirkjusøgu, tí tað er fyrstu ferð, at so nógvar føroyskar kvinnur hava ognað sær prestakraga.
Jógvan Fríðriksson, bispur, ið vígdi nýggjasta prestin í Føroyum, er sera fegin um gongdina.
- Eg gangi fult og heilt inn fyri javnrætti millum menn og kvinnur í fólkakirkjuni og harvið fyri kvinnuligum prestum. Kvinnur hava bæði dugnað og gagnað kirkjuni, og tær hava gjørt embætið meiri fjølbroytt, tí tær hava nakrar styrkir fram um okkum menn. Til dømis tá tað kemur til sjúklingar, so eru kvinnurnar betri til at takla sítt egna kyn í sambandi við ávísar kvinnusjúkur. Og sum heild eru tær góðar til tey bleytu virðini og familjuna, sigur Jógvan Fríðriksson.
Bispur heldur eisini, at kvinnurnar hava dugað sera væl at avmystifisera tað at vera prestur, og hvat embætið gongur út uppá.
- Nú er tað tó ikki soleiðis, at bara tí ein prestur er kvinna, so er tað per automatikk best. Als ikki. Tað eru fyrst og fremst teir fakligu og menniskjansligu førleikarnir, ið hava størst týdning, sigur bispur.
Koma enn fleiri
Jógvan Fríðriksson.ivast ikki í, at hetta rákið við fleiri kvinnum í prestakjóla bara fer at vaksa.
- Hetta kemst sjálvandi av, at alt fleiri kvinnur fara undir útbúgvingina. Í løtuni lesa fleiri kvinnur gudfrøði í bæði Danmark og Noreg, har tað eisini starvast kvinnuligur, føroyskir prestar, sigur Jógvan Fríðriksson.
Nýggi, føroyski bispurin ætlar sær ikki at blása orðaskiftið um kvinnuligar prestar av, men ivast ikki í, at hetta orðaskifti hoyrir til eina farna tíð, og sum frálíður helst fer at hvørva av sær sjálvum.
- Tað er munur á at taka eitt orðaskifti innanhýsis í kirkjuni, og at fara út í almenna rúmið við hesum orðaskiftinum. Tað er sjálvandi lættari at vera samdur enn ósamdur, men vit eiga eisini at kunna vera ósamd og kortini vera í rúmi saman. Eg haldi, vit eiga at skifta orð um hetta innanhýsis og standa saman sum kirkja, tí hvussu kunnu vit geva pláss fyri øðrum, um vit ikki geva pláss fyri okkum sjálvum?, spyr Jógvan Fríðriksson.
Hann vísir á, at sum hann minnist, setti ongin spurnartekin við, at Elsa Funding varð sett sum fyrsti, kvinnuligi presturin fyri meiri enn 30 árum síðani.
- Hetta við mótstøðuni móti kvinnuligum prestum er komið nógv seinni. Johan Weihe, sum minnist meg rætt, tá var prestur á Tvøroyri, var formaður í Heimamissiónini, og hann tók sera væl ímóti Elsu Funding, og tey fyrimyndarligt samstarv sínamillum, sigur bispur.
Elsa Funding varð vígd 7. august 1977, tá David Johannesen eisini varð innsettur sum prestur í Vágum.
Um nýggja prestin, Ann Dahl Hansen, sigur Jógvan Fríðriksson, at hon er bæði dugnalig og nærløgd og hevur havt tað sum ein lívsdreym at gerast prestur.
Tað var bispur, ið stóð fyri vígsluni sunnudagin, meðan Bjarni Bæk, próvstur, innsetti nýggja prestin.
Umframt bisp og próvst vóru 15 prestar – harav tveir pensjóneraðir – til staðar við vígsluna sunnudagin. At ikki allir 20 virkandi prestarnir vóru til staðar, heldur Jógvan Fríðriksson ikki skal takast sum, at teir sjey, ið ikki vóru til staðar, eru ímóti kvinnuligum prestum.
- Onkur er ímóti, tað vita vit. Men høvuðsorsøkin til, at tað ikki vóru fleiri eru konfirmatiónir og barnadópar, sum vóru ymsastaðni í landinum, sigur Jógvan Fríðriksson.