Met í smittutrýsti men færri tilburðir

Í gjár vóru 526 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

2092 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4760 smittað við korona, fýra eru innløgd við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 18 eru deyð við korona í Føroyum.

 

Smittutrýstið í gjár var 25,1 prosent og miðaltalið av smittaðum seinastu vikuna stendur í stað á 680.