Met-hall hjá USA

Høgir oljuprísir og vaksandi innflutingur – serstakliga úr Kina – hava sent amerikonsku handilsjavnvágina móti einum metstórum halli.
Bara í august mánaði var halli $ 69,9 mia, og samanlagt verður roknað við, at talan verður um størsta hallið nakrantíð. Hetta veldst tó um, hvussu oljuprísirnir skikka sær tað, sum eftir er av árinum. Fyrstu átta mánaðirnar hevur amerikanska hallið verið $ 784 mia, og er hetta 9,4% meira, enn hallið var í fjør.
Búskaparfrøðingar bera ótta fyri, at hetta er greitt tekin um, at heimsins størsti búskapur ikki hevur tað serliga væl í løtuni.

.