Met fyri jólakonsert

Ongantíð áður hava tað verið so mong fólk til jólakonsert í Christianskirkjuni

? Hetta er met fyri eina jólakonsert, segði ein av limunum í Klaksvíkar Hornorkestri beint eftir konsertina.
Onkur hevði hug at spyrja, um tað yvirhøvur nakrantíð hava verið so mong fólk inni í kirkjuni fyrr, men tað hava tað kortini. Men ongantíð til eina jólakonsert.
Tað bar illa til at telja fólkini í kirkjuni týskvøldið, men tey bæði sótu og stóðu allastaðni. Aftaná frættist eisini um fleiri, sum vóru farin heimaftur, tí har var onki pláss eftir inni í kirkjuni.
Børn stóðu uttanfyri og hugdu inn, meðan Eivør sang.
Virkandi formaðurin í Klaksvíkar Hornorkestri, Heri Ellingsgaard sigur, at konsertin bleiv, sum hann hevði væntað.
Fólk høvdu hug, áðrenn konsertina at seta spurnartekin við, um tað mundu fara at koma líka mong, sum tað plaga, nú konsertin varð løgd eitt týskvøld í staðin fyri sunnukvøld, sum vanligt er. Men tað gjørdi ikki mun. Tí sum sagt so hava tað ongantíð verið so mong til jólakonsert fyrr. Spurningurin er so, um øll, sum komu høvdu passað inn, hvussu mong tey so høvdu verðið.