Føroyska landsliðið er nummar 104 á nýggjasta FIFA styrkilistanum, sum bleiv kunngjørdur í dag. Tað er eitt nummar hægri enn seinast og samstundis ein tangering av metinum hjá føroyska landsliðnum, sum bleiv sett í juli í 1999.
Les eisini: Føroyar risa lop á styrkilistanum
Við tiltikna sigrinum á Grikkalandi í Athen flutti føroyska landsliðið heili 82 pláss rætta vegin, tá FIFA styrkilistin seinast bleiv dagførdur. Tað er tað næststørsta lopið, sum nakrantíð er gjørt á FIFA styrkilistanum.
Les eisini: Týdningarmikið stig fyri føroyskan fótbólt
Føroyar eru nú nummar 104, eitt aftanfyri Irak og eitt frammanfyri Tansania.