Týski heimsmeistarin av turkiskari ætt, Mesut Özil sum hevur vunnið FA Cup kappingina tríggjar ferðir við Arsenal gevst nú at spæla í Premier League aftaná sjey og eitt hálvt kappingarár við Arsenal.
Mesut Özil skoraði 33 mál í 184 dystum í Premier League fyri Arsenal hesi sjey og eitt hálvt árini hann var í Norður-London. Íroknað allar kappingar spældi Mesut Özil yvir 250 dystir við Arsenal.
Mesut Özil fer nú til Istanbul í Turkalandi fyri at spæla við Fenerbache.
Við turkiskt sjónvarp sigur Mesut Özil: - Eg eri veruliga glaður og spentur. Gud hevur givið mær ein møguleika at fara í eina Fenerbache-troyggju. Eg ætlaði mær at vera í troyggjuni við stoltleika, og eg ætlaði mær at geva alt fyri liðið. sigur Mesut Özil.
Arsenal hevur enn ikki alment staðfest skiftið hjá Mesut Özil til Fenerbache. Men Fenerbache skrivar á Twitter-konto sínari, at felagið hevur fingið Mesut Özil til Istanbul fyri at fáa tey seinastu tingini uppá pláss.