Mesut Özil stillar gaggurnar

Mesut Özil gjørdist HM-vinnari við Týsklandi í 2014

Týski fótbóltsleikarin av turkiskari ætt, Mesut Özil stillar nú gaggarnur.

 

Özil og turkiska felagið, Basaksehir eru samd um at upploysa sáttmálan hjá 34 ára gamla fótbóltsleikaranum.

 

Özil spældi 604 dystir fyri Basaksehir, Fenerbache, Arsenal, Schalke 04, Werder Bremen og Real Madrid.

 

Í hesum 604 dystunum skoraði hann 97 mál og legði upp til 221 mál.

 

Hann vann fýra steypakappingar við Arsenal, tvær steypakappingar við Schalke 04, og eitt meistaraheiti og eina steypakapping við Real Madrid.

 

Hann vann HM-gull við Týsklandi í HM-endaspælinum í Brasil í 2014.

 

Özil var tvær ferðir við til at vinna 3-0 á Føroyum í HM-undankappingini í 2012 og í 2013. Hann skoraði til 2-0 og 3-0 móti Føroyum í Hannover 7. september í 2012. Og hann er millum stóru stjørnurnar, ið havi spælt á Tórsvølli móti Føroyum.