Mesut Ösil vil sleppa heim til Týsklands

Tað ljóðar, at Bayern München vil keypa týska landsliðsspælaran frá Arsenal

Týski landsliðsspælarin, Mesut Özil er sambært enska blaðnum, Daily Mail troyttur av at verða kritiseraður fyri alt, sum hann ger á vøllinum, og hann er sambært enska blaðnum eisini troyttur av, at høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger ikki letur hann sleppa at spæla á sínum yndisplássi. Sambært Daily Mail er Arsene Wenger eisini harmur um væntandi avrikini hjá Mesut Özil úti á veinginum.

 

 

Sambært Daily Mail er Arsenal til reiðar at lata Bayern München Mesut Özil fyri eina upphædd, sum svarar til umleið 300 miljónir krónur í okkara peningi. Arsenal ætlar at fáa fatur á einum øðrum týskum landsliðsspælara, Sami Khedira, sum teir ætla at brúka úti á veinginum. Sami Khedira er í verandi stund partur av hópinum hjá Real Madrid.