Fyri NSÍ hevði tað alt at siga at vinna, so liðið kundi fylgja við hinum, ið jagstra HB, og fyri ÍF hevði sigurin alt at siga, so tað skuldi bera til at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Men tá avtornaði, var klassamunur á liðunum, og fimti dysturin í 17. Vodafoneumfarinum endaði eisini við favorittsigri. NSÍ fylgir við B68 og Víkingi, sum í annaðkvøld bresta saman á Svangaskarði, meðan ÍF framvegis bara er tvey stig frá einum plássi undir strikuni.
Ikki tí, ÍF átti sín stóra part av fyrsta stóra korterinum og var væl við tað nógva av fyrra hálvleiki, men megnaði bara ikki meira, tá NSÍ tíðliga í seinna hálvleiki økti til 4-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Hinvegin vísti NSÍ klassa síðstu trý korterini og kundi lættliga havt vunnið væl meira enn við trimum málum. Kjansirnir vóru har og teir vóru stórir eisini, men onkursvegna bar ikki til at fáa tað sama burtur úr teimum sum í fyrra hálvleiki.
Klæmint koyrdi á
Tann bert 19 ára gamli Klæmint A. Olsen, sum í NSÍ-álopinum hevði fingið plássið undir liðini á Christian Høgna Jacobsen, nú Károly Potemkin var skaddur, livdi so væl upp til álitið, at málslúkurin frá fyrstu umførunum skal spíla seg út, skal hann vinna fasta plássið aftur.
Klæmint átti uppleggið til fyrsta málið, tá hann eftir góðan rennitúr frá baklinjuni legði innfyri, har Jann Ingi Petersen høgdi bóltin upp undir yvirliggjaran og niður í málið. Jann Ingi spældi forrestin ikki dystin lidnan, tí hann í næstseinasta minutti fekk seinna gula kortið.
Og átta minuttir inn í seinna hálvleik staðfesti Klæmint 4-1 sigurin, tá hann við einum dreymahøggi dundraði bóltin í ÍF-málið, uttan at András Gángó hevði nakran kjans. Hartil skapti ungi rituvíkingurin sjálvur allan kjansin, tá hann á brotsteigarmarkinum »stjól« bóltin frá tveimum drálandi ÍF-verjuspælarum!
Smáar 10 minuttir seinni var tað bara ein fantombjarging frá Gángó, ið forðaði Klæminti í at skjóta ársins mál við Løkin. Óli Hansen sendi bóltin fram á vøllin, har Klæmint við einari skjótari temjing tók bóltin fram um seg og heilfluktaði – fyri síðani at síggja Gángó vísa síni bestu kynstur og jústa bóltin út til horna.
»Vinstra, høgra…«
At ungi framherjin tók av í gjárkvøldið, var eisini væl rakt, tí verri lá fyri hjá Christian Høgna, ið ikki fekk tað stóra burturúr, men brendi onkran heilt stóran møguleika. Men eisini aðrir á liðnum komu á máltalvuna, harav tveir afturi úr verjuni.
ÍF plagar at megna væl at taka sær av deyðbóltsstøðum í báðum endum, men hesa ferð fekk NSÍ tvey av sínum málum eftir slíkar. Tá tað bleiv 2-1, var tað Óli Hansen, ið skallaði inn eitt fríspark frá Einari Hansen.
Sjálvur átti Einar 3-1 málið, sum kom eftir hornaspark, tá bólturin kom útfrá. Fyrst smekkaði hann til við vinstra beini, men rakti bara Bartal, ið small sum fyri kúluni, og síðani royndi Einar seg við høgra beini, tá hann í aðru atløgu aftur fekk bóltin. Tað var sum í barnasanginum: »Vinstra, høgra…«
ÍF minkaði bara eina ferð um munin og tað var til 1-1. Høgni Zachariasen spældi úr verjuni fram í vinstru síðu til Andy Olsen, ið skjótt sendi víðari til Balazs Sinko, sum úr rættiliga spískum smekkaði í málið. Eitt fínt mál, ið læt alla høgru síðu hjá NSÍ úr, men tað bleiv so tað.
MYNDATEKSTUR:
Her fegnast tríggir av málskjúttunum hjá NSÍ í gjárkvøldið – Klæmint A. Olsen, Jann Ingi Petersen og Einar T. Hansen
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir