“Mestsum ov føroyskt av føroyskum at vera”?

Nú vit skulu hava danskan serfrøðing at hjálpa okkum at spreiða brandaðan samleika kring knøttin, hevur tað alstóran týdning at finna fram okkara sereyðkenni

Og sanniliga sanniliga hómaði eg ein dagin nakað, ein neyvan upplivir nakað annað stað á hesum sama knøtti. Kunnu tit ímynda tykkum, at ein ummælari í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi, Bretlandi, Týsklandi, ella tó víðari varð leitað, hevði skrivað nakað soleiðis "vandin er at málið í leikinum gerst ov danskt, ov svenskt, ov norskt, ov finnskt, ov enskt, og týskt osfr...??"

 

Nei - her hava vit so sanniliga eitt sereyðkenni at hefta upp í okkara brandaða samleika tá hann skal gerast globalur.

Vit hava stutt sagt æruna av at vera einasta tjóð í heiminum sum skammast av sínum egna máli!

Tað má ikki vera "ov reint" og fyri alt í verðini ikki "ov føroyskt" - hvat tað so enn kann vera fyri nakað.