Mestsum finaluklárt

Hóast fýra umfør enn eru eftir hjá kvinnum og monnum í flogbólti, tykist vera púra greitt, hvørji tey fýra liðini eru, sum fara at spæla FM-finalur eftir lokna landskapping

Mjølnir er longu við vissu FM-finalistur hjá kvinnunum, tí av hinum liðunum er tað bara Fleyr, sum á pappírinum kann yvirhála á stigatalvuni. Samstundis hevur Fleyr í mun til kappingarneytarnar niðanfyri ein fyrimun, tí liðið hevur spælt ein dyst minni. Og hóast hesin dysturin er ímóti TB, sum teoretiskt kann fáa Fleyr aftur, er lítið hugsandi, at tað verður annað enn teori. Einki bendir heldur á, at nakað av hinum liðunum skal oyðileggja finalumøguleikan hjá Fleyr.
Tá tað er sagt, so fekk Fleyr leygardagin óvæntaða mótstøðu, tá Ternan tók ímóti á Toftum, tí her bleiv neyðugt við fimm settum, áðrenn havnarkvinnurnar kundu pakka stig og sigur niður. Ternan vann fyrsta sett greitt, men hóast Fleyr so kom afturíaftur og vann tey bæði næstu, eydnaðist ikki at lukka dystin, so Ternan fekk vunnið eitt sett aftrat og trýst Fleyr út í eitt fimta sett. Tá var tó eingin ivi, og Fleyr fekk forðað fyri eini sensatión á Toftum hesaferð.
Mjølnir, sum fyri eini viku síðani gjørdi slætt borð í steypafinaluni, sløðraði so mikið á Kambsdali í gjár, at tað eydnaðist botnliðnum ÍF at vinna eitt sett frá klaksvíkskvinnum, ið annars ikki hava verið til at komið í nánd av í vetur. Tað var enntá eftir avsmurning í teimum báðum fyrstu settunum, at ÍF gjørdi vørrin, áðrenn Mjølnir svaraði aftur við so ruddiliga at vinna fjórða sett og tí eisini dystin.
KÍF, sum er fimm stig aftan fyri Fleyr, vann tryggasta sigurin um vikuskiftið, tá tað á heimavølli eydnaðist at taka øll trý stigini ímóti TB. Hinvegin mátti Dráttur, sum bara er eitt stig aftan fyri KÍF, út í ein fimmsettara í grannauppgerðini ímóti SÍ, sum eitt skifti var á odda 2-1 í settum, men at enda mátti lúta. Serliga drúgt var annað sett, tá SÍ vann 29-27, men tað munaði tó ikki meira enn til eitt so javnt úrslit í einum grannadysti, sum tað sømir seg.

Alt longu greitt
Eins og Mjølnir hjá kvinnunum, hevur ÍF hjá monnunum verið fullkomuliga einaráðandi í vetur, og fuglfirðingar hava eisini longu tryggjað sær annan FM-finalusessin, tí bara Fleyr kann á pappírnum taka ÍF aftur. Fýra stig eru millum tey bæði liðini, og so hevur Fleyr annars heili átta stig niður til SÍ, so tað tokið sær eisini út til at vera farið avstað.
Skuldu sørvingar hava nakran møguleika at varðveita sín finaludreym, máttu teir vinna á útivølli ímóti Fleyr leygardagin, men tað gekk ikki. Fleyr byrjaði betur og vann fyrsta sett, áðrenn SÍ svaraði aftur og javnaði til 1-1, men so koyrdi Fleyr avstað og vann tey bæði síðstu settini sannførandi. Longu nú kann í veruleikanum staðfestast, at Fleyr verður í finaluni ímóti ÍF, hóast fýra umfør eru eftir enn, tí munurin á stigatalvuni er ov stórur til, at SÍ kann gera nakran vørr.
ÍF helt stílin í høllini á Kambsdali í gjár, tá Mjølnir vitjaði, tí fuglfirðingar vunnu ein greiðan 3-0 sigur, uttan at nakar slingur var í valsinum. ÍF útspældi kanska ikki Mjølnir, men tað var heldur ikki neyðugt, tí mest umráðandi mundi vera at fáa stigini. Hjá ÍF er talan meira ella minni ikki um annað enn bíðitíð, men so ræður helst um at fáa meira ferð á, tá landskappingin fer at halla og finalurnar nærkast.

Eikligan, kvinnur
Ternan-Fleyr 2-3 (25-16, 23-25, 17-25, 25-22, 8-15)
KÍF-TB 3-0 (25-22, 25-21, 25-17)
Dráttur-SÍ 3-2 (25-10, 27-29, 16-25, 25-16, 15-11)
ÍF-Mjølnir 1-3 (13-25, 4-25, 25-21, 13-25)

Eikligan, menn
Fleyr-SÍ 3-1 (25-15, 22-25, 25-16, 25-14)
ÍF-Mjølnir 3-0 (25-15, 25-21, 25-16)