Tann ógvusligi kuldin, sum hevur breitt seg eystaneftir inn yvir meginpartin av Evropa, gjørdi, at í dag fór tað at kava í Rom, og sambært veðurmonnunum har legðist so mikið av kava í býnum, at har hevur ikki verið so nógvur kavi tey seinastu 26 árini.
Tað hendir tó av og á, at Rom-búgvar fáa okkurt kavaælið, men tað er ikki kavi, sum verður liggjandi. Seinast tað kavaði í býnum var í 2010.
Hóast Rom er úti við Miðjarðarhavið, fóru hitamátararnir niður á frostmarkið í dag, og løgreglan noyddist at lata Colosseum aftur, skrivar Reuters.










