Mesti kavi í New York í 143 ár

Kavin, sum hevur ligið í New York síðani mikudagin, er tekin um eitt heldur óvanligt veðurlag har á leiðini. Ikki síðani 1869 hevur so nógvur kavi ligið í Central Park hesa tíðina á árinum,

Hóast 10,9 sentimetrar av kava ikki ljóðar at vera serliga nógv, so hevur gamla mátistøðin í Central Park mitt í New York ongantíð áður mátað so nógvan kava hesa ársins tíð.

New York liggur á sama breiddarstigi sum Madrid, Mallorca og sunnari parturin av Italia, og hóast stóra norðuramerikanska meginlandi er beint við, so er tað púra óvanligt at síggja kava liggja úti við strondina hesa tíðina á árinum.

Kavin er harvið tann mesti sum hevur verið í Central Park í 143 ár so tíðliga á árinum.

Um hugt verður eftir øllum november mánaði, so fáa teir 10,9 sentimetrarnir mikudagin november mánað 2012 inn á eitt sætta pláss á listanum yvir november mánaðir við mest kava síðani 1869.

Metið er frá 1898, tá tað lógu 48 sentimetrar av kava.