Mesta tíðin fer til fótbólt

Jógvan Zachariasen gongur í 7. flokki í Hvalvíkar skúla.

- Frítíðina brúki eg mest til fótbólt. Eg spæli sjálvur og havi sæð næstan allar dystirnar hjá EB/Streymi í ár, sigur hann.

- Nei, vit vilja sleppa at sparka eitt sindur longur. Vit tíma ikki inn í skúlan beint nú!

Lærararnir við Hvalvíkar skúla hava júst biðið børnini um at gevast við fótbóltsspælinum. Men hetta gongur ikki sum ætlað.

Tey hava beint frammanundan býtt seg í tvey lið, og nú gongur dysturin uppá tað allar besta á fótbóltsvøllinum í Streymnesi. Og nú skulu tey so inn í eina heita skúlastovu!

Tey fáa kortini loyvi at spæla eina lítla løtu aftrat, men so er altso nóg mikið: Nú má onnur lærugrein á tímatalvuna innanveggja.

Millum hesar næmingarnar og ídnu fótbóltsspælararnar er Jógvan Zachariasen.

- Hetta er ein sera góður vøllur, ið vit hava fingið, sigur hann.

Sjálvur spælir hann við smádreingjunum hjá EB/Streymi. Komandi ár verður hann at síggja á dreingjaliðnum, - eitt lið, sum mong vænta sær nógv av í framtíðini.


Í miðjuni

Jógvan hevur altíð havt áhuga fyri fótbólti – og sambært fólki í økinum er hann haraftrat ein góður spælari.

- Eg havi spælt fótbólt í eini átta ár. Tað dámar mær sera væl, sigur hann við Sosialin.

Í landskappingini í fótbólti kom smádreingjaliðið hjá EB/Streymi at liggja rættiliga miðskeiðis í teirra bólki.

Sjálvur heldur Jógvan, at tað kundi gingið eitt sindur betri. Men plaseringin á stigatalvuni hevur eisini sína orsøk.

- Tað gekk ikki so gott hjá okkum at byrja við. Men ímóti endanum komu vit rættiliga fyri okkum, greiðir hann frá.

Hinvegin gekk tað munandi betri hjá teimum í steypakappingini. Men kortini ikki nóg gott!


Taptu ímóti HBa

Í steypakappingini lá betri fyri teimum, og tað var rættiliga nær við at teir komu í sjálva finaluna.

Teir spældu ein undandyst ímóti besta liðnum hjá HB, og vóru í roynd og veru frammanfyri 2-1. seint í dystinum.

Men í seinastu minuttunum fingu teir ein mann vístan av vølli, HB fekk brotsspark og endaði dysturin at enda við sigri til HBa.

- Tað var eitt sindur keðiligt at vit soleiðis skuldu tapa 3-2, slær Jógvan fast. Á Sundalagsstevnuni skulu teir spæla dyst móti AB. Teir hava áður spælt móti hesum liðnum, og vunnu tá stórsigur – 7-2.

- Men ein má ongantíð taka nakran dyst ov lætt, staðfestir Jógvan, sum spælir mitt á miðjuni hjá smádreingjunum.


Góðar umstøður

Umframt spæl sítt á sjálvum vøllinum, er hann eisini ein íðin áskoðari, tá besta liðið hjá EB/Streymi spælir sínar dystir.

- Eg havi sæð allar dystirnar í ár, undantikið tveir, sigur Jógvan.

Hann heldur sjálvur at Formula-liðið er sera gott. Og nú fáa teir so bæði leikvøll og fáa handað felagshúsið um vikuskiftið.

- Nú skuldu verið góðar umstøður hjá felagnum at kunna blivið enn betri, slær hann fast.